Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti spælir tríggjar HM-undankappingardystir í Sveis hetta vikuskiftið.
Mótstøðuliðini eru Finnland, Litava og Sveis.
Klokkan 15.30 spæla Føroyar tann fyrsta av trimum dystum. Mótstøðuliðið í dag er Finnland.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og á FM 98,7. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Samrøður við venjara og spælarar koma út á in.fo aftaná dystin.
Í morgin klokkan 15.30 spæla Føroyar ímóti Litava, og givið er, at FM1 eisini sigur frá tí dystinum.