Eitt ógvuliga talentfult U17 manslandslið í hondbólti fer komandi dagarnar at taka lut í prestisjufullu European Open kappingini, ið verður í svenska býnum, Göteborg í komandi viku.
Royndi frásøgumaðurin hjá FM1, Hilmar Jan Hansen fer at siga frá fýra av teimum fimm dystunum liðið fer at spæla komandi dagarnar. Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Skráin er hendan:
Rætting: Frammanundan stóð niðanfyri at dysturin Føroyar - Spania skuldi leikast klokkan 16.15. Tað er ikki rætt. Dysturin verður leiktur klokkan 17.15 føroyska tíð.
Mánadagin 1. juli:
Klokkan 11: FØROYAR-Noreg
Klokkan 17.15: FØROYAR-Spania (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Týsdagin 2. juli:
Klokkan 11: FØROYAR-Estland (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Mikudagin 3. juli:
Klokkan 9.45: FØROYAR-Georgia (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Klokkan 15.30: FØROYAR-Ísrael (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Landsliðshópurin:
Málverjar:
Pauli Jacobsen, Skanderborg
Brandur Silvurstein, Skjern
Vinstri vongur:
Baldur Gillason, Skjern
Janus Dam Djurhuus, Skjern
Kristoffur Bjørgvin, Oure
Høgri vongur:
Bogi Hansen, Skjern
Hákun West av Teigum, Skanderborg
Vinstri bakkur:
Pauli Mittún, Skjern
Ovi Lutzen, Kyndil
Spæliskiparar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu, Skanderborg
Rói Ellefsen á Skipagøtu, Ikast/KFUM
Høgri bakkur:
Brian Slyne, Skjern
Sveinur Olafsson, H71
Strikuleikarar:
Ragnar Karlsson, Oure
Viktor Gaini, VIES
Sakir Frýdal, H71
##med2##