FM1 sigur frá ÍF-EB/Streymur í kvøld klokkan 19

Talan er um sera týðandi dyst í botnstríðnum í Betrideildini

Ígjár segði FM1 frá trimum av fýra dystum í Betrideildini hjá monnum. 

Í kvøld sigur FM1 frá einum sera týðandi dysti í botnstríðnum í Betrideildini.

Talan er um dystin millum ÍF og EB/Streym í Fløtugerði í Fuglafirði. Bæði liðini hava trý stig, og liggja beint omanfyri AB sum hevur tvey stig, og TB og Skála sum hava eitt stig. Liðið sum vinnur dystin í Fløtugerði í Fuglafirði í kvøld kann lyfta seg væl frá botninum. 

Dysturin byrjar klokkan 19. 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Sendingin byrjar nakrar minuttir í klokkan sjey, nakað aftaná, at tíðindini hjá Árna Gregersen eru endursend.

Ljóðsamrøður við umboð fyri ÍF og EB/Streym koma út á in.fo í kvøld.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.