FM1 sigur frá B36-NSÍ klokkan 15

Tróndur Arge sigur frá uppgerðini har nummar trý tekur móti nummar tvey í Betrideildini hjá monnum

Stórur spenningur er um dystin millum B36 og NSÍ á ovara vølli í Gundadali klokkan 15 seinnapartin í dag.

NSÍ er eitt stig aftanfyri oddaliðið, KÍ og B36 er eitt stig aftanfyri NSÍ.

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Hæddarpunkt og samrøður við umboð fyri B36 og NSÍ koma út á in.fo aftaná dystin.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. In.fo hevur eisini beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum millum TB og KÍ við Stórá í Trongisvági, ið byrjar klokkan 18.30 í kvøld.