FM1 sigur frá B36-KÍ annan páskadag

Fjórðingsfinalan millum B36 og KÍ byrjar klokkan 14 annan páskadag

Annan páskadag verða fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið leiktar.

 

Størst spenningur er um fjórðingsfinaluna millum B36 og KÍ á ovarai vølli í Gundadali, ið byrjar klokkan 14.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu hoyra frásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.

 

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fjórðingsfinalunum. Samrøður við umboð fyri B36 og KÍ koma út á in.fo tá dysturin er liðugur. Hinar fjórðingsfinalurnar eru:

 

Klokkan 15: Víkingur-B68

Klokkan 15: Skála-TB

Klokkan 17: HB-B71