Í kvøld klokkan 19 skal B36 á heimavølli í Gundadali royna at heinta inn 2-0 leiðsluna norðurírska liðið Crusaders hava frá tí fyrru uppgerðini í Europa League undankappingini.
Tað stendur nógv uppá spæl hjá báðum liðunum. Liðið sum vinnur seg víðari fær eina uppliving av dimensjónum, tí í næsta undanumfarinum bíðar Premier League liðið, Wolverhampton, og tað er ein uppgerð sum spælararnir hjá bæði Crusaders og B36 droyma um at sleppa at verða partur av.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
In.fo hevur eisini beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.
Samrøður við umboð fyri B36 koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.
Her ber til at síggja hæddarpunktini frá tí fyrra dystinum millum Crusaders og B36:
##med2##