FM1 er farið í holt við at senda átta nýggjar partar við sendingunum "Home and Away", ið er sending á enskum, tó hesaferð “with a twist”, sum verturin málber seg
Í hesum sendingum prátar verturin, Stella Zachariassen við eftirkomarar, t.v.s. vaksin børn, har annað av foreldrunum eru tilflytarar.
Sendingin er á FM1 hvønn mikumorgun klokkan 10.
Í morgin klokkan 10 er Sigri Gaini. Sigri hevur føroyska mammu og iranskan pápa. Í sendingini fer Sigri at greiða frá teimum báðum mentanunum, tí føroysku og tí iransku, ið hava myndað hana.