FM1: Samrøða við Mikkjal um tíðina í KÍ og FM-gullið 2021

(FM1) Hoyr samrøðu sum var gjørd við Mikkjal Thomassen minni enn tvey samdøgur aftaná FM-gullið var komið í Hús

FM1 hevur í dag sent GULLRADIO á fimtanda sinni. Í dag hátíðarhelt FM1 við hæddarpunktum, samrøðum og KÍ-sangum, at KÍ er FM-vinnari 2021.

 

HER  ber til at hoyra Mikkjal Thomassen í samrøðu við Petur Zachariassen og Ragnar Sjúrðarson, ið var gjørd minni enn tvey samdøgur aftaná FM-gullið hjá KÍ kom í hús aftaná 3-1 sigurin á B36 16. oktober. Mikkjal umrøður tíðina hann hevur vant KÍ, og hann setir orð á FM-gullið 2021.

 

HER  ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Tummas Lervig, formann í KÍ, Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum, og Jóhann Lützen, KÍ-veteran og stjóra hjá Norðlýsinum um gylta fótbóltsárið hjá KÍ. Samrøðan varð gjørd í KÍ-høllini.

 

HER  ber til at hoyra eina ljóðkavalkadu við frásagnarbrotum hjá Tróndi Arge, Sjúrði H. Hoydal, Petur Asbirni Lervig og Óla G. Samuelsen frá dystum hjá FM-vinnarunum í Betrideildini hjá monnum, KÍ, kappingarárið 2021. Hoyr eisini samrøðubrot hjá Tróndi, Sjúrði, Petur Asbirni, Óla og Hera Simonsen við spælarar og venjarar hjá KÍ gjørd gjøgnum farna kappingarárið.

 

HER ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við teir fýra KÍ-spælararnar og FM-vinnararnar 2021: Jákup Biskupstø Andreasen, Páll Andrasson Klettskarð, Jóannes Bjartalíð og Árni Frederiksberg í KÍ-høllini í Klaksvík. Teir fýra fingu eisini spurningar frá viðhaldsfólkum hjá KÍ á sms-skipanini hjá FM1.