FM1: Ósá og Prestá spáa málfátækan og tættan dyst

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup Ósá frá bólt.fo og nordlysid.fo, og við Agnar Prestá frá portal.fo

##med2##

Í Europa League upptaktssendingini hjá FM1 fekk Tróndur Arge orðið á Jákup Ósá frá bólt.fo og nordlysid.fo, og við Agnar Prestá frá portal.fo.

Í kvøld klokkan 19.30 er sannleikans tími hjá KÍ. Tá byrjar Play Off dysturin til Europa League bólkaspælið millum Dundalk FC og KÍ á Aviva leikvøllinum í Dublin. 

Báðir vænta ein málfátækan og tættan dyst.

Jákup Ósá væntar, at tað verður 0-0 aftaná vanliga leiktíð. Jákup torir ikki at tippa ein vinnara av uppgerðini.

Agnar Prestá er nakað djarvari. Hann væntar, at KÍ vinnur aftaná brotssparkskapping.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup Ósá og Agnar Prestá á FM1 seinnapartin. 

##med3##

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1 frá klokkan 19.25. Byrjað verður at senda klokkan 18.30. Ragnhild Ellingsgaard verður reportari við Djúpumýru.

ØLL kunnu hoyra FM1 HER

(Undan Dundalk-KÍ: Jákup Ósá og Agnar Prestá)