FM1: Runavíkar Kommuna og Svend Krosstein kappast í Firmakappingini

Firmakappingin - spurnarkappingin - millum Runavíkar kommunu og Svend Krosstein byrjar klokkan 15.10 mikudagin

Annað umfar í Firmakappingini - spurnarkappingini - hjá FM1, har arbeiðspláss kring landið kappast er hvønn hósdag seinnapart á FM1.

Í morgin klokkan 15.10 kappast Runavíkar kommuna og Svend Krosstein. 

Vinnandi fyritøkan og taparin í finaluni sum verður hósdagin 25. mars vinna tveir flottar vinningar.

Høvuðsvinningurin er ein flogferð við Atlantic Airways til Keypmannahavnar og aftur, og gisting á Hotel Absalon fyri 12 fólk. 

Annar vinningur er Hestur "Kittywakes and Caves" túrur við RIB62 fyri 12 fólk.

Øll kunnu hoyra Firmakappingina HER