FM1: NSÍ-Víkingur 1-1 (1-1) - Hoyr málini og samrøður

(FM1) Hoyr frásøgn av málunum hjá NSÍ og Víkingi og hoyr Klæmint A. Olsen, liðskipara hjá NSÍ og Noah Mneney seta orð á javnleikin

##med2##

Subtopp-uppgerðin við Løkin í Runavík endaði eins og oddauppgerðin í Klaksvík við javnleiki. 

NSÍ - Víkingur 1-1 (1-1)

0-1: Andreas Lava Olsen (16.)

1-1: Oddur Á. Højgaard (30.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Petur Asbjørn Lervig segði frá báðum málunum.

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við liðformannin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen sum staðfesti, at bæði liðini helst kundu fingið brotsspørk dømd til sín í einum dysti, ið var heldur rótutur til tíðir. 

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við 18 ára gamla Noah Mneney hjá Víkingi sum heldur, at javnleikur 1-1 var í ordan. Noah Mneney vónar at fáa nógva spælitíð og at kunna bíta seg fastan á liðið hjá Víkingi. 

(NSÍ-Víkingur 1-1 (1-1) - Hoyr málini og samrøður við Klæmint A. Olsen og Noah Mneney)