FM1: NSÍ skal taka hendan stóra møguleikan

(FM1) Hoyr Glenn Ståhl, høvuðsvenjara og Jens Martin Knudsen hjálparvenjara hjá NSÍ seta orð á stóru uppgávuna sum bíðar NSÍ í Aberdeen

##med2##

Klokkan 19.45 bíðar ein stór uppgáva NSÍ í Europa League undankappingini á Pittodrie leikvøllinum í Aberdeen.

Veddingarfyritøkurnar geva NSÍ ein sera lítlan møguleika, men svenski høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Glenn Ståhl er bjartskygdur.

NSÍ kemur til Aberdeen at spæla fótbólt og at stríðast fyri at vinna seg víðari.

- Vit hava fingið ein stóran møguleika, og vit ætla at taka hann sigur Glenn Ståhl.

Hjálparvenjarin hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen hevur júst somu tilgongd til dystin í kvøld. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við Glenn Ståhl og Jens Martin Knudsen fyrr í dag.

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

(Samrøður: Glenn Ståhl og Jens Martin Knudsen um Europa League)