##med2##
Eisini formaðurin í NSÍ kann stórfegnast.
Dánial Hansen var ikki í iva um, at NSÍ var betri enn Barry Town United, og fór at vinna á walisiska liðnum.
Dánial Hansen dylur ikki, at talan er um ein framúr sigur hjá NSÍ, bæði ítróttarliga, og eisini fíggjarliga kemur víðari luttøkan í Europa League væl við.
Á ljóðfíluni ovast ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Dánial Hansen fyrr í kvøld.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum hjá NSÍ og dystarendanum. Hoyr eisini viðmerkjaran, Helga L. Petersen taka samanum dystin.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Glenn Ståhl.