FM1: Neistin-Stjørnan 26-22 (SMS) - Hvørgin er nøgdur

(FM1) Marjun F. Danberg heldur, at neistakvinnur áttu at avrikað betri, og Kristoffur Gert Nielsen iðrar seg um, at Stjørnan ikki fekk meir burturúr

##med2##

Neistakvinnur hava fingið góða frástøðu til fjórða plássið í SMS-deildini við at vinna 26-22 á Stjørnuni í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum var Neistin á odda 13-9.

Talan er um stóran framburð hjá Stjørnuni, ið tapti 23-45 móti Neistanum seinast liðini møttust.

Royndi neista-spælarin, Marjun F. Danberg fegnast um bæði stigini, men hon heldur, at avriksliga kundi Neistin gjørt tað betur. Fingurin hjá Marjuni fóru eisini úr lið, og tað gjørdi eisini dystin munandi torførari fyri hana. 

Venjarin hjá Stjørnuni fegnast um stóra batan í mun til 23-45 tapið móti Neistanum tá liðini møttust í Klaksvík, men Kristoffur Gert Nielsen er ikki nøgdur við úrslitið í dag. Hann heldur, at Stjørnan hevði veruliga møguleikan at fáa stig í dag.

Neistin-Stjørnan 26-22 (13-9)

Toppskjúttar Neistin: Marjun F. Danberg 7, Sólbjørt Høj 7, Ingunn Kristina Persson 5

Toppskjúttar Stjørnan: Katrin Bertholdsen 8, Julia Nalivko 5

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann hjá FM1 taka stutt samanum dystin.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Marjuna Danberg.

3) Hoyr viðmerking frá Kristoffuri Gert Nielsen. 

##med3##

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL113172239420
 H71113292884117
 NEISTIN123552876816
 VÍF11294308-1410
 STÍF12344359-159
 VB11263340-776
 STJØRNAN12287384-972

 

(Samrøður: Marjun F. Danberg og Kristoffur Gert Nielsen)