FM1: Næstformaðurin og fjepparin stórfegnast

(FM1) Hoyr næstformannin í B36, Jákup Mørk og kenda fjepparan, Boga Simonsen seta orð á minniliga dystin hjá B36

##med2##

Aftaná minniliga dystin og megnaravrikið hjá B36 við 4-3 sigri á Levadia Tallinn aftaná longda leiktíð í Europa League undankappingardystinum á Tórsvølli sendi FM1 sendingina "Triðja Hálvleik" við spontanum telefonsamrøðum, sms´um, tónleiki o.ø. til klokkan var farin av 23. Tað hevur FM1 gjørt áður í samband við glæsulig føroysk úrslit í altjóða kappingum, og í kvøld skuldi tað ikki verða øðrvísi.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra spontanu samrøðurnar FM1 gjørdi við næstformannin í B36, og við kenda fjepparan, Boga Simonsen. 

Báðir stórfegnast um sigurin, men meðan Jákup Mørk heldur, at málverjin Rói Mørk Hentze var dagsins maður, so heldur Bogi Simonsen hinvegin, at tvímálsskjúttin, Sebastian Pingel var dagsins maður. 

##med3##

 

(Samrøður: Jákup Mørk og Bogi Simonsen)