##med2##
Tvær gestir og tvey evni vóru á skránni í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag.
Stórleikarin úr Argentina, Diego Armondo Maradona sum doyði í vikuni bert 60 ára gamal var fyrra evnið í sendingini, og kappingin um løgmanssteypið var seinna evni í kappingini.
Fyrri gesturin var fyrrverandi ítróttarredaktørurin hjá Miðlahúsinum, Jákup Mørk sum er millum størstu Maradona-fjepparar í landinum.
Seinni gesturin var fótbóltsviðmerkjarin, Teitur Joensen, ið saman við Tróndi tók samanum fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið.
Teitur heldur avgjørt, at TB-spælararnir hava rætt til at vera óðir um brotssparkið teir fingu ímóti sær í fjórðingsfinaluni móti Víkingi á útivølli.
Teitur hevur B36 sum pinkalítlan favoritt í hálvfinaluni móti Víkingi, men lítið skilur liðini. Um NSÍ hevur Jesper Christiansen og Klæmint A. Olsen tøkar hevur Teitur NSÍ sum ein pinkalítlan favoritt í hálvfinaluni móti HB.
Teitur hevur AB sum favoritt at vinna á B68 í upp- og niðurflytingardystinum á Tórsvølli sunnukvøldið.
FM1 sigur beinleiðis frá øllum trimum dystunum:
B36-Víkingur, leygarkvøldið klokkan 19 við Løkin í Runavík.
NSÍ-HB, sunnudagin klokkan 15, við Djúpumýru í Klaksvík.
AB-B68, sunnukvøldið klokkan 19 á Tórsvølli.
Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga frá dystunum á FM1.