##med2##
UEFA krevur av FSF sambært portal.fo, at bara loyvishavarin til dystirnar, í hesum førinum Kringvarp Føroya sleppur at gera samrøður í Mixed Zone økinum aftaná landsdystir á Tórsvølli.
Fyri serliga FM1, in.fo og portal.fo sum hava gagnnýtt Mixed Zone fyri sínum hyggjarum/lurtarum/brúkarum er hetta ein stórur kjaftfiskur at fáa. Av somu orsøk vóru ongar videosamrøður at síggja og hoyra á portal.fo, og ongar ljóðsamrøður at hoyra á in.fo og fm1.fo aftaná dystin á Tórsvølli ígjár.
Agnar Prestá frá portal.fo staðfestir, at hetta er ein munandi skerjing av arbeiðsmøguleikunum hjá miðlum, ið trúfastir hava dekkað landsdystirnar hjá A-landsliðnum í fótbólti. Ein tíðindafundur gevur als ikki tað sama sum ein samrøða andlit til andlit. Tað er bara minni hugaligt at dekka ein landsdyst uttan at hava møguleikan at gera samrøður.
Agnar vónar so inniligi, at hetta bannið fyri samrøðum verður avtikið til komandi dyst móti Moldova komandi týskvøld klokkan 19.45.
Privatir miðlar hava fyrr í dag sett seg í samband við leiðsluna í FSF fyri at fáa hetta bannið burtur til komandi landsdyst.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Agnar Prestá í hálvleikinum í dystinum millum Føroyar og Danmark á Tórsvølli ígjár.