FM1: Mikkjal ikki heilt nøgdur hóast sigur

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen var fyrsti gesturin í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag

##med2##

 

KÍ skrivaði søgu ígjár við at vinna tann fyrsta føroyska sigurin í nýggju Europa Conference League kappingini. KÍ vann góðan 3-2 útisigur móti RFS í Riga í Lettlandi, og hevur eitt sera gott útgangsstøðið til returdystin í Klaksvík, ið verður leiktur hóskvøldið 15. juli klokkan 19.

 

RFS – KÍ 2-3 (0-2)

 

0-1: Bob Sumareh 21.

 

0-2: Páll A. Klettskarð 33.

 

1-2: Žiga Lipušček 50.

 

1-3: Heini Vatnsdal 70.

 

2-3: Artúrs Zjuzins 79.

 

Hóast góða sigurin, og hóast eitt samlað gott avrik so er høvuðsvenjarin hjá KÍ ikki bara nøgdur. Tá RFS skoraði til 1-2 var tað fyrstu ferð í 813 minuttir, at KÍ lat eitt mál inn. Mikkjal er ikki nøgdur við, at KÍ lat tvey mál inn í Riga ígjár, men hann er sera fegin um sjálvan sigurin. Mikkjal undirstrikar, at nú mugu klaksvíkingar taka við liðnum um seks dagar, so KÍ kann vinna seg víðari í kappingini.

 

- Vit síggja hetta sum ein fyrra hálvleik, og vit gera ikki støðuna upp fyrrenn tann seinni dysturin er spældur, sigur Mikkjal Thomassen. 

 

Á ljóðfíluni ber til at hoyra samrøðuna, ið var við Mikkjal Thomassen í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag. 

 

(Samrøða: Mikkjal Thomassen)