FM1 leygardagin: AB-HB klokkan 14 og NSÍ-Víkingur klokkan 19

Sjúrður H. Hoydal fer at siga frá dystunum, ið verða leiktir í Betrideildini hjá monnum á Argjum og í Runavík í morgin

Tvey tey ovastu liðini í Betrideildini hjá monnum spæla bæði í morgin.

Greiða oddaliðið, HB spælir á útivølli móti AB, ið liggur næstniðast. Bæði liðini hava nógv at spæla fyri, HB fyri at kunna tryggja sær FM-gullið, og AB fyri at halda sær á næstaftasta plássinum, ið væntandi fer at geva ein upp- og niðurflytingardyst móti antin B68 ella 07 Vestur.

Dysturin á Argjum byrjar klokkan 14.

Klokkan 19 tekur NSÍ, ið liggur næstovast við 53 stigum móti Víkingi, ið liggur á fimta plássi við 44 stigum. Víkingur hevur tó vunnið báðar dystirnar móti NSÍ higartil í ár. Víkingur vann 1-0 á NSÍ í Sarpugerði í Norðragøtu í triðja umfari. Í 16. umfari vann Víkingur 2-1 á NSÍ við Løkin í Runavík. NSÍ stríðist fyri at halda sær á øðrum plássi, ið gevur atgongd til Europa League undankappingina komandi ár, og Víkingur stríðist fyri at nærkast heiðursmerkjaplássunum.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá báðum dystunum á FM1. Vagnur Mohr Mortensen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina á Argjum, og Oddbjørn Joensen verður ætlandi viðmerkjari til dystarfrásøgnina við Løkin í Runavík.

Øll kunnu hoyra FM1 HER