Klokkan 18 byrja tveir Topp 5 dystir í Betrideildini. Oddaliðið KÍ tekur móti NSÍ við Djúpumýru í Klaksvík, og í Gundadali í Havn verður grannauppgerð millum B36 og HB.
FM1 sigur beinleiðis frá hesum báðum dystunum. Frásøgumenn vera Tróndur Arge og Óli G. Samuelsen. Sendingin byrjar klokkan 17.15. Í Klaksvík verður gjørt nógv burturúr upphitingini til dystin.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum trimum dystunum. Triði dysturin er dysturin millum EB/Streym og Víking í Hólmanum á Eiði. Tann dysturin byrjar klokkan 19. FM1 fylgir gongdini í tí dystinum.
HER er leinkjan til samrøðurnar sum vóru gjørdar í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag.
Tróndur Arge prátaði við Jákup Ósá, Sonna L. Petersen og Símun Samuelsen, ið mettu um Topp 5 dystirnar sum vera leiktir í kvøld.