##med2##
Venjingardystirnir hjá A-landsliðnum móti Íslandi og Liktinstein í kvøld og mánakvøldið, U21 EM-undankappingardysturin móti Armenia á Svangaskarði týskvøldið, og tann av Korona-ávum flutta Champions League kappingin, ið HB skal kappast í vóru evnini í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin. HB má nú helst til Pólands fyri at kappast í Champions League undankappingini til 1. undanumfar. Kappingin verður millum HB og meistaraliðini úr Andorra, San Marino og Kosovo.
Høvuðsgestur hjá Tróndi Arge var Agnar Prestá frá portal.fo, og aðrir gestir vóru Atli Gregersen, hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum og Páll Mohr Joensen, formaður í HB.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Fótbóltspanelið sum var á FM1 seinnapartin í dag.
Stórt ítróttarfrásagnarkvøld verður á FM1 í kvøld frá klokkan 18.
Klokkan 18 verður sett niðan í høllina á Hálsi í Havn, har Sjúrður H. Hoydal saman við viðmerkjaranum, Sigrun Mikkelsen fer at siga beinleiðis frá undanundankappingardystinum í kvinnuhondbólti millum Føroyar og Finnland. Sjálvur dysturin byrjar klokkan 18.30.
Tá klokkan byrjar at nærkast 19.45 verður Tróndur Arge ígjøgnum av Tórsvølli, og frá klokkan 20 verður full frásøgn av fótbóltslandsdystinum hjá monnum millum Føroyar og Ísland.
Samrøður og hæddarpunkt frá bæði hondbóltskvinnunum og fótbóltsmonnunum koma út á in.fo seinni um kvøldið.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo