##med2##
Í kvøld klokkan 19 skal HB spæla móti Glentora í undanumfarinum til Europa League. HB fór avstað gjáramorgunin til Belfast, har liðið í gjárskvøldið hevði eina venjing á The Oval, har dysturin verður spældur. Tað var vindur og nógv regn, men HB vandi tað teir vóru mentir.
Tað hevur ikki eydnast nøkrum føroysku liði at knúgva norðurírskari mótstøðu í Evropa. Sjey ferðir hava føroyskt lið trekt norðurírska mótstøðu, men hvørja ferð hava vit staðið eftir við ongum. Jens Berthel Askou, venjari hjá HB, heldur tó ikki at søgan skal steðga HB.
- Hvørki eg ella fleiri av spælarum hava roynt at tapt móti norðurírskum liðnum. So tað er ikki nakað vit hugsa um. Eg trúgvi fult og fast upp á, at vit kunnu koma víðari, sigur Jens Berthel Askou.
HB verður uttan Hera H. Mohr, sum situr í sóttarhaldi, og Mikkel Frankoch, ið hevur trupulleikar við fótinum. Hinvegin, so eru Delphin Tshiembe, Tróndur Jensen og Adrian Justinussen tøkir aftur.
##med4##
- Tað er ótrúliga harmligt, men soleiðis eru treytir einaferð. Heri hevur verið í samband við ein persón, sum hevur koronasmittuna, og Mikkel Frankoch blívur ikki klárur, sigur Jens Berthel Askou, sum tó gleðist um at hann hevur aðarar spælarar klárar aftur, men vit fáa lítið og einki at vita.
- Eg kann ikki siga so nógv nú. Eg kann siga so mikið, at vit ætlan at okkara spæl skal síggjast í dystinum. Vit ætla at vera við til at mynda dystin, sigur Jens Berthel Askou.
##med3##
Venjarin hjá HB sigur eisini í samrøðuni, at hann gleðir seg til uppgávuna, tí hetta er hansara fyrsta altjóða uppgáva sum venjari. Hann heldur eisini, at tað er gott um HB klárar at prógva, at liðið kann spæla móti einum liði sum Glentoran.
##ms##
Myndir: Rakul Hansen, hb.fo
Europa League undanumfar:
Hósdagin 20. august
B36-St Joseph’s (16.30)
NSÍ-Barry Town United (18.00) Beinleiðis á FM1
Glentoran-HB (19.00)
Europa League 2. umfar:
B36/St Joseph’s - Levadia Tallinn
Aberdeen – NSÍ/Barry Town United
Motherwell – HB/Glentorian
Champions League 1. umfar:
Fríggjadagin 19. august
KÍ-Slovan Bratislava (17.00) Beinleiðis á FM1
Champions League 2. umfar:
Young Boys – KÍ/Slovan Bratislava