##med2##
Tað endaði 1-1 í kommunalu lokaluppgerðini millum Skála og NSÍ undir Mýruhjalla á Skála. Tað kundi hvørki liðið brúka til so nógv. NSÍ er bert tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, og Skála hevur 11 stig upp til áttanda plássið.
Skála – NSÍ 1-1 (1-0)
1-0: sjálvmál (34.)
1-1: Klæmint A. Olsen (81.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin, Petur Jákup Heinesen og viðmerkjaran, Markus Olsen siga frá báðum málunum.
2) Hoyr samrøðuna Petur Jákup gjørdi við liðskiparan hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen sum sigur seg ikki kunna brúka tað eina stigið til so nógv. Men Pætur heldur kortini, at avrikið var heilt gott hjá Skála, og tað kunnu teir byggja á.
3) Hoyr samrøðuna Petur Jákup gjørdi við liðskiparan og málskjúttan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen, ið helt fyri, at avrikið í fyrra hálvleiki var fúl skomm. Klæmint staðfestir, at NSÍ hevði brúk fyri trimum stigum, og teir fingu bara tað eina stigið.
4) Hoyr Petur Jákup og Markus taka samanum dystin. Markus heldur, at talan var um ein framúr intensan dyst við høgari leikferð.