##med2##
Neistakvinnur hava vunnið steypafinaluna 14 ferðir. H71-kvinnur hava bara vunnið steypafinaluna eina ferð. Tað var í fjør tá hoyvíkskvinnur vunnu 24-23 á VÍF í Faxe Kondi steypafinaluni.
Neistin hevur søguna við sær, men í innleiðandi bólkaspælinum vann H71 27-21 á Neistanum.
Hvørki Marjun F. Danberg sum hevur spælt, og hevur vunnið fleiri steypafinalur við Neistanum ella Maria H. Weyhe hjá H71 hava hug at átaka sær leiklutin sum favorittur til finaluna í høllini á Hálsi í Havn í morgin klokkan 17.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Marjuna F. Danberg og Mariu H. Weyhe á FM1 seinnapartin.
FM1 sigur beinleiðis frá steypafinaluni millum H71 og Neistan hjá kvinnum, ið byrjar klokkan 17 leygardagin.