FM1: Hoyvíkskvinnur vunnu sannførandi á VB

(FM1) Hoyr Gurið Krosslá Augustinussen hjá VB og Duritu Toftum Joensen hjá H71 seta orð á 34-26 (19-10) sigurin hjá H71

##med2##

H71 kvinnur fingu eina flúgvandi byrjan uppá bólkaspælið í Faxe Kondi kappingini.

Á heimavølli í dag vunnu hoyvíkskvinnur sannførandi 34-26 sigur á VB. Longu í steðginum var H71 á odda 19-10, og í seinna hálvleiki eydnaðist tað mest sum at halda munin.

H71-VB 34-26 (19-10)

Toppskjúttar H71: Maria H. Weyhe 7, Jana Mittún 5 og Durita Toftum Joensen 5.

Toppskjúttar VB: Durita Hjelm 7, Bára Krosslá Mortensen 6 og Vladana Lazendic 4.

Í sama bólki vann Neistin ein sera tepran 24-23 sigur á Stjørnuni í høllini á Hálsi í Havn við einum brotskasti í allarseinasta sekundi. Stjørnan var á odda 12-8 í steðginum, og var eitt skiftið á odda 18-14 í seinna hálvleiki, men neistakvinnur stríddu seg uppá javnleik og fóru at enda við sigrinum. 

Neistin-Stjørnan 24-23 (8-12)

Toppskjúttar Neistin: Marjun F. Danberg 9, Maria Nólsoy 5 og Fríða á Dunga 3.

Toppskjúttar Stjørnan: Iulia Nalivko 8, Tóra Eliasen 4, Joan Sørensen 3 og Katrin Bertholdsen 3. 

Leygardagur 23.01.21 kl. 18.00 Stjørnan – H71
Sunnudagur 24.01.21 kl. 14.00 Neistin – VB
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 H71 – Neistin
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 VB – Stjørnan

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum av H71-VB 34-26 (19-10).

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Gurið Krosslá Augustinussen, ið skoraði trý mál fyri VB í dag. Gurið er sera vónbrotin um verjuspælið hjá VB í dag, men hon slær fast, at tað fer VB at bøta um til dystirnar móti Neistanum og Stjørnuni.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Duritu Toftum Joensen, ið orsaka av Korona-støðuni uttanlands fyribils spælir við H71 aftur. Durita gjørdi mun við fimm málum, og hon er glað fyri sigurin, og at vera í gongd aftur fyri barndómsfelagið. 

 

(Samrøður: Gurið Krosslá Augustinussen og Durita Toftum Joensen)