FM1: Hoyr málið hjá AB, liðskiparan og formannin

(FM1) Hoyr Sørin Nygaard Samuelsen, liðskipara og Marius Thomassen, formann hjá AB seta orð á uppflytingina til Betrideildina

Mynd: Jóna Nicolajsen

Mynd: Jóna Nicolajsen

##med2##

 

Steðgurin hjá AB í næstbestu deildini bleiv stuttur. AB tryggjaði sær í dag triðja plássið og bronsuna í 1. deild, og tað merkir, at AB aftur verður millum tey 10 Betrideildar-liðini komandi kappingarár.

 

AB megnaði javnleik 1-1 móti B71 inni í Dal á Sandi, og tað var akkurát nóg mikið til at tryggjað sær uppflytingina. Skála vinnur 1. deild, og eykaliðið hjá Víkingur vinnur silvur. 

 

B71-AB 1-1 (1-1)

 

1-0 Tijani Mohamded (11.)

 

1-1 Teitur Jóannesarson (34.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgukvinnuna hjá FM1, Jónu Nicolajsen siga frá málinum hjá AB og frá dystarendanum. Páll á Reynatúgvu var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

2) Hoyr samrøðuna Jóna Nicolajsen gjørdi við liðskiparan hjá AB, Sørin Nygaard Samuelsen. Sørin fegnast um uppflytingina, men heldur avgjørdur, at AB átti at vunnið dystin við nøkrum málum.

 

3) Hoyr samrøðurna Jóna Nicolajsen gjørdi við formannin hjá AB, Marius Thomassen sum slær fast, at AB ætlar at vera verandi í Betrideildini hesaferð. Fyrireikingarnar fyri at tryggja tað byrja í komandi viku. 

 

Mynd: Jóna Nicolajsen

Mynd: Jóna Nicolajsen