NSÍ vann annan dystin á rað í Betrideildini, og B36 tapti triðja dystin á rað í Betrideildini tá liðini møttust við Løkin í Runavík. Dysturin endaði við 2-1 sigri til NSÍ. Verður fjórðingsfinalutapið móti KÍ roknað uppí er talan um fjórða tapið hjá B36 í fýra dystum.
NSÍ - B36 2-1 (0-1)
Árni Frederiksberg 0-1 (18.)
Jann Martin Mortensen 1-1 (47.)
Pól Jóhannus Justinussen 2-1 (70.)
TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum, ið komu í dystinum við Løkin í Runavík í kvøld.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við hjálparvenjaran hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen, ið gleðiliga slær fast, at NSÍ átti styrkina og hegnið til at koppa B36. Jens Martin endurtekur orðini, at við Løkin skal eingin vinna á NSÍ.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg sum ásannar, at tað eru tungir dagar hjá B36 við fýra tapum á rað. Nú koma heimadystin móti ÌF og TB, og Jákup veit, at kravið til hann og spælararnar eru seks stig í hesum báðum dystunum.
Støðan:
NR | Lið | Dystir | V | J | T | Málmunur | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1. | KÍ | 7 | 5 | 2 | 0 | 19:5 | 17 | |
2. | Skála | 7 | 5 | 0 | 2 | 11:3 | 15 | |
3. | Víkingur | 7 | 4 | 1 | 2 | 14:11 | 13 | |
4. | NSÍ | 7 | 4 | 1 | 2 | 11:9 | 13 | |
5. | B36 | 7 | 4 | 0 | 3 | 8:9 | 12 | |
6. | HB | 7 | 2 | 3 | 2 | 10:10 | 9 | |
7. | TB | 7 | 2 | 2 | 3 | 7:15 | 8 | |
8. | EB/Streymur | 7 | 2 | 0 | 5 | 9:10 | 6 | |
9. | ÍF | 7 | 1 | 1 | 5 | 8:16 | 4 | |
10. | AB | 7 | 1 | 0 | 6 | 9:18 | 3 |