FM1: Hoyr hvussu KÍ vann á NSÍ við Løkin

(FM1) Hoyr Hilmar Jan Hansen siga frá málunum í 2-0 sigrinum hjá KÍ við Løkin. Hoyr Trygva Mortensen taka samanum, og hoyr Mikkjal Thomassen KÍ-venjara seta orð á sigurin

##med2##

KÍ vann týðandi 2-0 sigur á NSÍ við Løkin í Runavík í kvøld við einum máli í hvørjum hálvleiki. 

KÍ stemplaði av álvara inn í oddastríðið, og teir vóru ágrýtnari mest sum alla tíðina, og teir spældu seg til fleiri upplagdar málmøguleikar.

NSÍ – KÍ 0-2 (0-1)

0-1: Deni Pavlovic (22.)

0-2: Páll A. Klettskarð (61.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen segði frá báðum málunum hjá KÍ. Trygvi Mortensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr Trygva Mortensen taka samanum dystin. Trygvi staðfestir, at KÍ hevði eitt framúr gott avrik og vann ein uppibornan sigur. Hinvegin heldur hann, at NSÍ dugdi ikki at stríða seg innaftur í dystin, ið var eitt vónbrot fyri heimaliðið.

3) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen. Mikkjal stórfegnast um eitt framúr gott avrik hjá hansara monnum við Løkin í Runavík í kvøld. Mikkjal slær fast, at nú ræður um at hava HB í eygsjón, so spenningur kann vera um FM-heitið líka til liðini hittast við Djúpumýru í Klaksvík á seinasta leikdegi. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen. 

 

(NSÍ-KÍ 0-2. Hoyr málini, hoyr Trygva Mortensen taka samanum, og hoyr samrøðu við Mikkjal Thomassen)