##med2##
Uppflytarabrakið á Dungasandi í Sørvági hevði alt ein kann ynska sær av einum fótbóltsdysti: nógv mál, eina útvísing, eitt brent brotsspark, ja hádramatikk fyri allar pengarnar.
B68 fekk allar trumfarnar í hondina tá teir løgdu seg á odda 2-1 við einum brotssparki, ið førdi við sær, at Dann Fróðason hjá 07 Vestur var vístur av vøllinum fyri at fella Steffan Løkin á óregluligan hátt. Men lítlibeiggin, Eiler Fróðason syrgdi 20 minuttir seinni fyri sigursmálinum hjá 07 Vestur. Hinar hetjurnar hjá 07 Vestur eru Silas Eyðsteinsson í málinum, ið hevði eina dupultbjarging tá Tonni Thomsen hevði møguleikan at fullføra eitt brotssparks-hattrick, og ikki minst Jóannis á Steig sum hevði nøkur klassaupplegg, ið førdu til málini hjá 07 Vestur.
07 Vestur-B68 3-2 (0-1)
Tonni Thomsen (br.) 0-1 (32.)
Jóannis á Steig 1-1 (63.)
Tonni Thomsen (br.) 1-2 (65.)
Sjálvmál 2-2 (78.)
Eiler Fróðason 3-2 (85.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Trónd Arge siga frá hæddarpunktunum í tí minniliga dystinum, ið var í Sørvági seinnapartin í dag.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við báðar høvuðsvenjararnar, Heðin Askham hjá 07 Vestur og Øssur Hansen hjá B68.