FM1: Hoyr gullsamrøður við fegnar KÍ-arar

(FM1) Hoyr spælarar, venjarar, formannin og gamlan KÍ-ara seta orð á FM-gullið sum er komið í hús norðuri í Klaksvík

##med2##

 

Allir norðoyingar eru í góðum lagi í kvøld. KÍ er FM-vinnari 2021 hjá bæði kvinnum og monnum. 

 

Í dag bleiv KÍ staðfestur FM-vinnari hjá monnum aftaná 3-1 (0-1) sigur á B36 við Djúpumýru í Klaksvík. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi á vøllinum aftaná KÍ var staðfestur FM-vinnari 2021. Petur Asbjørn prátaði við: 

 

1) Jákup Biskopstø Andreasen, liðskipara

 

2) Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjara

 

3) Odmar Færø

 

4) Tummas Lervig, formaður

 

5) Jóannes Kalsø Danielsen og Jonn Johannesen

 

6) Páll A. Klettskarð

 

7) Jóannes Bjartalíð

 

8) John William Joensen, fyrrverandi málverji hjá KÍ

 

9) Árni Frederiksberg

 

10) Sjúrður Jacobsen, hjálparvenjari

 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge og Teit Joensen siga frá málunum og dystarendanum. Hoyr eisini eina stutta samanumtøku. 

 

KÍ-B36 3-1 (0-1)

 

0-1 Andrass Johansen (9.)

 

1-1 Páll A. Klettskarð (63.)

 

2-1 Páll A. Klettskarð (75.)

 

3-1 Jonn Johannesen (90. +)