FM1 hitar upp til Føroyar-Skotland frá klokkan 10 týsmorgunin

Manningin hjá FM1 ger nógv burturúr í morgin í samband við, at Føroyar og Skotland spæla HM-undankappingardyst á Tórsvølli í morgin

FM1 byrjar at senda longu klokkan 10 við tónleiki, práti, skemti, og einari kapping fyri lurtarunum. Hetta er í samband við, at Føroyar og Skotland spæla HM-undankappingardyst á Tórsvølli klokkan 19.45.

 

Vertir vera Petur Zachariassen og Petur Asbjørn Lervig.

 

Aftaná klokkan 12 fer Petur Asbjørn í býin við sendaranum fyri at hitta bæði føroyingar og skotar at fritta um hvørja vónir fólk hava um dystin millum liðin. Vinnararnir av kappingini verða drignir undan tíðindasendingini klokkan 15.

 

Tróndur Arge skipar fyri Fótbóltspanelið millum klokkan 15.10 og 17. Frá klokkan 16 verður eisini fylgt við í U21 EM-undankappingardystinum millum Ukraina og Føroyar.

 

Klokkan 17.15 til 18 endurhoyra vit tað sum Jens Martin Knudsen segði í 10´aranum.

 

Klokkan 18 verður sent beinleiðis av Tórsvølli. 

 

FM1 sendir allan vegin til dysturin millum Føroyar og Skotland er liðugur, og samrøður eru gjørdar við spælarar og venjara aftaná dystin.

 

Tróndur Arge og Jens Martin Knudsen siga beinleiðis frá dystinum millum Føroyar og Skotland.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo 

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.