##med2##
Fyri átta døgum síðani var kenslan hjá høvuðsvenjaranum hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen ikki góð aftaná javnleik 1-1 móti ÍF á heimavølli í Hólmanum á Eiði. Tá brendi Ronny Møller Iversen hjá EB/Streymi brotsspark í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Í dag er kenslan er góð hjá Jákupi Martin Joensen at fáa stig móti Víkingi á heimavølli aftaná javnleik 0-0. Eitt harðvunnið stig, ið kravdi hepnið og dugnaskap.
Hjálparvenjarin hjá Víkingi, Svenn Ó. Olsen er alt annað enn nøgdur við eitt stig á útivølli í dag. Í mun til spæl og málmøguleikar heldur Svenn avgjørt, at Víkingur skuldi havt vunnið dystin í dag.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Svenn Ó. Olsen.
2) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Jákup Martin Joensen.










