FM1: Hans Jørgen tippaði so snórabeint

(FM1) Undan dystinum í Sarpugerði tippaðu Hans Jørgen Djurhuus, Rúni Klein Joensen og Hanus Jacobsen Víking at vinna. Hans Jørgen megnaði enntá rætt úrslit

##med2##

Fyrr í dag vóru Hans Jørgen Djurhuus og Rúni Klein Joensen gestir hjá Tróndi Arge í sendingini Fótbóltspanelið á FM1. Tann sendingin kann hoyrast  HER.

Tá Tróndur Arge endaði sendingina stutt undan dystarbyrjanina í Sarpugerði millum Víking og HB bað hann Hans Jørgen og Rúna tippa úrslitið.

Hans Jørgen tippaði, at Víkingur fór at vinna 2-1, ið eisini vísti seg at vera snórabeint. Rúni tippaði 1-0 til Víking. 

Viðmerkjarin hjá FM1 til dystarfrásøgnina hjá Tróndi Arge, Hanus Jacobsen tippaði eisini sigur til Víking, men tippaði ikki nakað desiderað úrslit. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað sum Hans Jørgen, Rúni og Hanus tippaðu undan dystinum i Sarpugerði, ið Víkingur vann 2-1 á HB. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum og dystarendanum. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við Atla Gregersen, liðskipara hjá Víkingi. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jonas Dal Andersen.

(Hoyr Hans Jørgen Djurhuus, Rúna Klein Joensen og Hanus Jacobsen tippa dystin Víkingur-HB)