##med2##
Hoyr samrøðuna við Håkan Ericson við at trýsta á pílin
Føroyska manslandsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan venjingarlandsdystinum móti Gibraltar, sum verður í morgin klokkan 17. Teitur M. Gestsson sat yvir og verður ikki við. Tí verður ongin kampur um plássið millum stengurnar, og Gunnar Nielsen spælir.
- Eg fari ikki at avdúka liðið her, men eg kann siga at Gunnar Nielsen spælir, sigur Håkan Ericson í samrøðu við FM1.
Føroyska liðið hevur spælt við fimm í verjuni í teimum seinastu dystunum, men í morgin verður øðrvísi. Mótstøðan í ár verður ikki líka sterk, sum hon var í fjør. Tí vil landsliðsvenjarin hava tveir framherjar.
- Vit koma at spæla 4-4-2. Vit ynskja at leypa meiri á og tað skal gerast gjøgnum miðjuna á vøllinum, heldur enn á vengrunum, sigur Håkan Ericson.
Hann væntar ein dyst, har Føroyar koma at hava bóltin meir. Gibraltar spæla vanliga 5-4-1 í verjukendari útgávu, men fyrr í vikuni spældi teir 4-4-2 móti Granada. Tað er meiri framrættað enn vanligt. Dysturin endaði við málleysum javnleiki.
- Eg havi sett liðið í høvdinum, men vit hava altíð ein fund við kropsligavenjaran og fysioterapeutarnar kvøldið fyri ein dyst og tosa saman, um tað er nakar, ið hevur brúk fyri nøkrum serligum. Til venjingardystirnar kanst tú eisini skifta seks ferðir út, sigur Håkan Ericson.
Hann samanber Gibraltar við Andorra, sum vit hava havt trupult við at bróta niður. Landsliðsvenjarin vísur eisini á, at heimaliðið er sterkt í mótálopum og arbeiðir hart.
- Eg haldi hetta er eitt mótstøðulið, sum er áleið javnt sterkt við okkum. Teir vunnu sín D-bólk í Nations League. Tað er eitt sindur øðrvisi, tá talan er um venjingardystir, tí tú vilt royna nøkur ting, men vit spæla altíð fyri at vinna, sigur Håkan Ericson.
Venjingarlandsdysturin móti Gibraltar verður í morgin klokkan 17. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.











