##med2##
Tað gjørdist svenski, Glenn Ståhl sum fekk æruna av at vera fyrsti høvuðsvenjarin sum fekk NSÍ víðari í einari evropeiskari kapping.
Tað hendi tá NSÍ vann stórsigur 5-1 á Barry Town United.
Glenn Ståhl stórfegnast vegna felagið, og hann er glaður og stoltur av avrikinum hansara spælarar løgdu fyri dagin.
Nú bíðar á útivølli skotska liðið, Aberdeen, ið var eitt stórfelag tá Sir Alex Ferguson vandi teir seinast í sjeytiárunum og fyrst í áttatiárunum. Fyri júst 40 árum síðani vitjaði Aberdeen HB. Aberdeen vann venjingardystin 5-1.
Glenn Ståhl er greiður yvir, at Aberdeen er stórfavorittur, men hann tekur dýran til, at NSÍ fer eftir møguleikanum, og teir fara at stríðast fyri sínum møguleika.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Glenn Ståhl aftaná dystin.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum hjá NSÍ og dystarendanum. Hoyr eisini viðmerkjaran, Helga L. Petersen taka samanum dystin.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen.
HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við formannin í NSÍ, Dánial Hansen.