FM1: Gera nógv burturúr í fótbóltsárbókini 2020

(FM1) Hoyr Jonhard Hammer greiða frá "Fótbóltur 2020", ið Miðlahúsið gevur út

##med2##

Nú er árbókin »Føroyskur fótbóltur 2020« komin út. Hetta er fjórðu ferð, at Sosialurin útgevur árbókina um føroyskan fótbólt, og hesaferð verður tikið samanum eitt sera spennandi ár fyri føroyskan fótbólt.

Bókin kemur út nakað seinni enn vanligt, men tað er tí, at hetta hevur verið eitt óvanligt fótbóltsár, sum ikki endaði fyrr enn fyrst í desember mánaði. 

»Føroyskur fótbóltur 2020« er 220 blaðsíður til støddar og fæst nú kring landið. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Jonhard Hammer frá Miðlahúsinum í samrøðu við FM1 greiða frá fótbóltsárbókini. 

(Samrøða: Jonhard Hammer um "Fótbóltur 2020"