FM1: Fyrrverandi landsliðsmálverji sigur frá B71-AB sunnudagin

Jóna Nicolajsen fer at hava fyrrverandi landsliðsspælara av Sandi við sær sum viðmerkjara, tá hon fer at siga frá uppflytingarfinaluni millum B71 og AB

Jóna Nicolajsen sigur beinleiðis frá uppflytingarfinaluni B71-AB, sunnudagin klokkan 14 á FM1

Jóna Nicolajsen sigur beinleiðis frá uppflytingarfinaluni B71-AB, sunnudagin klokkan 14 á FM1

Størsti fótbóltsdysturin á Sandoynni í mong ár verður sunnudagin klokkan 14, tá B71 á heimavølli tekur ímóti AB í tí sum er blivin uppflytingarfinalan í 1. deild. Skála hevur annars fyri drúgvari tíð síðani tryggjað sær uppflyting til Betrideildina.

 

AB hevur tó ein lítlan fyrimun undan dystinum í morgin. AB hevur 43 stig og B71 hevur 41 stig. Tí má B71 vinna á AB fyri at kunna flyta upp í Betrideildina. AB klárar seg við javnleiki. 

 

Av Korona-ávum sleppa eingir áskoðarar til dystin, men FM1 fer við tveimum fótbóltskønum fólkum at hava beinleiðis frásøgn frá uppflytingarfinaluni millum B71 og AB.

 

Frásøgufólk hjá FM1 verður royndi málverjin, Jóna Nicolajsen sum hevur leikt sjey A-landsdystir. Jóna hevur leikt 90 dystir í Betrideildini við B71, B36, HB og AB/B71. Við sær sum viðmerkjara til dystarfrásøgnina hevur Jóna B71-legenduna, Páll á Reynatúgvu sum í 1990-unum leikti fimm A-landsdystir. Páll vann FM-gull í 1989 og løgmanssteypið í 1993 við B71.

 

Jóna hevur áður sagt frá dystum á FM1, og hon hevur fylgt væl við gongdini í 1. deild hjá monnum. 

 

Beint áðrenn klokkan 16 í morgin verður sett til Runavíkar har Tróndur Arge fer at siga frá finaluni um týdningarmikla fjórða plássið í Betrideildini millum NSÍ og B36.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo 

 

 

 

Jóna Nicolajsen sigur beinleiðis frá uppflytingarfinaluni B71-AB, sunnudagin klokkan 14 á FM1

Jóna Nicolajsen sigur beinleiðis frá uppflytingarfinaluni B71-AB, sunnudagin klokkan 14 á FM1