##med2##
Hetta eru tungir dagar hjá føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti.
Fýra dystir eru leiktir higartil í EM-undankappingini, og higartil er málúrtøkan 0-31.
Fríggjadagin gjørdist talan um eitt 0-6 tap móti Norðurírlandi á Tórsvølli.
Tað sum serliga svíður hjá landsliðsvenjaranum, John Petersen er, at støðan var 4-0 longu tá 39 minuttir vóru farnir.
John staðfestir, at avrikið í fyrra hálvleiki var undir lágmarkinum. Tað var munandi betri í seinna hálvleiki, og nú arbeiða John og spælararnir hart til venjingarnar fyri at kunna gera tað betri móti Hvítarusslandi á Tòrsvølli týsdagin klokkan 17.
Hóast stórtap, so er talan um eina stóra menning og lærdóm fyri ungu og óroyndu spælararnar, greiðir John Petersen frá.











