##med2##
Fótbóltsviðmerkjarin, Teitur Joensen var gestur hjá Tróndi Arge í sendingini "Fótbóltspanelið" á FM1 seinnapartin í dag til at umrøða 5. umfar í Betrideildini, 1. umfar í kappingini um løgmanssteypið, Champions League og Europa League. Eisini hoyrdu vit eina stutta samrøðu við NSÍ-venjaran, Toda Jónsson.
FM1 sigur frá tveimum Betrideildardystum sunnudagin. Klokkan 15 verður sagt frá dystinum millum HB og EB/Streym á ovara vølli í Gundadali í Havn, og klokkan 18 verður sagt frá dystinum millum NSÍ og B36 við Løkin í Runavík.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo











