FM1: Flógbóltssteypafinalu-undansending á FM1 seinnapartin í dag

(FM1) Hoyr Óla G. Samuelsen greiða frá sendingini sum verður millum klokkan 15 og 16 seinnapartin í dag.

 

Hetta vikuskiftið vera steypafinalurnar í flogbólti leiktar í høllini á Hálsi í Havn.

 

Leygardagin klokkan 16 byrjar steypafinalan hjá kvinnum millum SÍ og Fleyr.

 

Klokkan 19 byrjar steypafinalan hjá monnum millum Mjølnir og ÍF. 

 

Seinnapartin millum klokkan 15 og 16 er Óli G. Samuelsen vertur fyri einari undansending í samband við steypafinalurnar á FM1. 

 

Amanda Johannesen (Mjølnir) kemur at meta um kvinnudystin. Peter Holm, formaður í FBF fer at fortelja um Steypavikuskiftið, og royndi venjarin, Suni Hansen fer at meta um mansdystin.

 

HER  ber til at hoyra Óla G. Samuelsen greiða frá sendingini.