FM1: Fimm ár síðani U21-landsliðið vann seg í HM-endaspælið í Algeria

(FM1) Í dag eru júst fimm ár síðani U21-landsliðið skrivaði stóra føroyska ítróttarsøgu

Savnsmynd: hsf.fo

Savnsmynd: hsf.fo

U21-landsliðini hjá Sveis, Føroyum, Ísrael og Finnlandi spældu undankappingina til HM í høllini á Hálsi í Havn, dagarnar 6. til 8. januar í 2017.

 

Sveis var favorittur til at vinna undanbólkin, men við einum rimmar avriki móti Sveis í fyrsta dystinum kom føroyska liðið á HM-kós.

 

Úrslitini hjá Føroyum í HM-undankappingini vóru:

 

Føroyar – Sveis 28-24

 

Føroyar – Israel 31-25

 

Føroyar – Finnland 29-28

 

Tað bleiv nakað nervakent í triðja dystinum móti Finnlandi, men risastór var gleðin tá tað bar heim.

 

Í HM-endaspælinum í Algeria stóð liðið seg væl við tveimum góðum sigrum, og við heiðurligum avrikum móti krútsterkum liðum sum Noregi, Týsklandi og Fraklandi, har tað ikki slitnaði fyrrenn móti endanum av dystunum. 

 

Úrslitini hjá Føroyum í HM-undankappingini í Algeria í juli 2017 vóru hesi:

 

Føroyar – Chile 31-28

 

Føroyar – Suðurkorea 28-27

 

Føroyar – Noreg 23-29

 

Føroyar – Týskland 21-29

 

Føroyar – Ungarn 23-32

 

Føroyar – Frakland 25-28 (áttandapartsfinala)

 

Føroyar – Svøríki 21-33 (Plasseringsdystur)

 

HER  ber til at hoyra minnilig frásøgubrot frá gamla Rás2 (FM1) frá undankappingini í Føroyum og frá HM-endaspælinum í Algeria. Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen søgdu frá. 

 

 

 

 

 

Hópurin í Algeria í juli 2017:

 

Niklas Simonsen, Skjern

Hørður Trygvason, SG Flensburg Handewitt

Helgi Hoydal, H71

Áki Egilsnes, VÍF

Hilmar Leon Jakobsen, H71

Fríði Hammer Weyhe, KÍF

Kjartan Johansen, StÍF

Jónas G. Djurhuus, H71

Pætur Mikkjalsson, Neistin

Teis Horn Rasmussen, Neistin

Pætur Johansen, StÍF

Brandur Halgirsson, SG Flensburg-Handewitt

Pætur Thomsen, H71

Rune Olsen, Neistin

Rói Berg Hansen, Neistin

Sjúrður Olsen, VÍF

 

 

 

 

 

Savnsmynd: hsf.fo

Savnsmynd: hsf.fo