Í sendingini Fótbóltspanelið, sum er á FM1 hvønn fríggjadag millum klokkan 16 til 17, verður fyrrverandi venjarin hjá Víkingi gestur.
Hann hevur drúgvar royndir sum venjari í føroyskum fótbólti. Hann var spælari sjálvur og hevur seinni verið U-landsliðsvenjari og havt ymiskar uppgávur í KÍ, har hann eisini hevur verið høvðusvenjari.
Í 2015 tók hann við sum venjari hjá B36 og vann FM í fyrstu royndini. Síðani hevur hann roynt lutin sum avbjóðari til tey stóru, tá hann í 2018 og 2019 var venjari hjá Skála. Í ár hevur Eyðun Klakstein verið venjari hjá Víkingi, men bleiv fyri kortum koyrdur frá, tí ættarliðsskiftið hjá Víkingi ikki gekk nóg skjótt.
Í Fótbóltpanelinum verður Eyðun Klakstein spurdur um hendingina í Víkingi, har hann bleiv koyrdur eftir tríggjar sigrar upp í slag. Eisini verður tosað um støðuna í føroyskum fótbólti, har gjógvin er stór millum avbjóðarnar, sum var Skála í 2018 og 2019, og tey stóru. Tað verður eisini hugt fram til 20. umfar í Betri deildini, sum verður um vikuskiftið.
Betri deildin menn 20. umfar:
Leygardagin:
TB-KÍ (15.00)
NSÍ-EB/Steymur (19.00) Beinleiðis á FM1
Sunnudagin:
B36-AB (14.00) Beinleiðis á FM1
Víkingur-Skála (15.00)
HB-ÍF (18.30) Beinleiðis á FM1