##med2##
KÍ-arnir fegnast og hildu seg hava javnað til 2-2 við máli hjá Jóannesi Kalsø Danielsen.
Vallarvarparin, Kristian Joensen flippaði út í hátalaranum, at Jóannes Kalsø Danielsen hevði javnað til 2-2.
Men Jóhan Hendrik Ellefsen, dómari kolldømdi málið saman við hjálpardómaranum, og endin var, at rangstøða var í støðuni.
Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen var rúkandi ósamdur, og hann var vístur av vøllinum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at endurhoyra støðuna. Tróndur Arge segði frá á FM1 og Hjalgrím Elttør var viðmerkjari.
HER ber til at hoyra Trónd Arge og Hjalgrím Elltør siga frá teimum fýra málunum. Hoyr eisini samrøður við høvuðsvenjararnar, Jonas Dal Andersen hjá HB og Mikkjal Thomassen hjá KÍ.