FM1: Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kjartan Johansen gestir í hondbóltssendingini

(FM1) Hoyr hondbóltssendingina, ið var á FM1 seinnapartin, har eisini var tikið samanum heimligu kappingina

##med2##

Sjúrður H. Hoydal hevði tveir gestir í hondbóltssendingini á FM1 seinnapartin í dag. 

Fyrri gesturin var Kjartan Johansen, ið saman við Jónasi G. Djurhuus, Helga H. Hoydal og hinum liðfeløgunum í Viking Stavanger stríðist hart fyri at yvirliva í bestu norsku hondbóltsdeildini.

Seinni gesturin var Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið nú stendur til at fáa sína debut við Sävehof í dysti móti Alingsås í bestu svensku hondbóltsdeildini.

Elias hevur stríðst hart fyri at vinna seg uppaftur aftaná eina skaðafráveru. Endamálið hjá Eliasi er at mennast í svenskum hondbólti, og langsiktaða málið er at koma til eina enn størri hondbóltsligu um nøkur ár.

Seinastu løtuna var litið aftur á farna umfar í SMS- og í Burn mansdeildini, og mett var um dystirnar, ið vera leiktir komandi vikuskiftið, har KÍF tekur móti Kyndli og H71 tekur móti Team Klaksvík. 

##med3##

(Hondbóltssendingin 26. november. Gestir: Kjartan Johansen og Elias Ellefsen á Skipagøtu)