##med2##
Hann hevur verið kendur sum áleypari í bestu fótbóltsdeildini og summi ár í næstbestu deildini, Jón Krosslá Poulsen. Í dag er hann møttur á Tórsvølli sum landsliðsfjeppari.
Jón vónar, at føroyska liðið kann knógva ein sigur heim í dag, men hann heldur, at nógv í Føroyum seta ov høg og ov órímilig krøv til føroyska landsliðið. Jón minnir á, at vit eru ein somikið lítil tjóð, at tað fer altíð at krevja nógv av okkum at fáa eitt gott úrslit.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jón Krosslá Poulsen á Tórsvølli fyri løtu síðani.











