Á FM1: EB/Streymur-AB klokkan 15 og ÍF-Víkingur klokkan 16

Frásøgumenn hjá FM1 eru Tróndur Arge og Sjúrður Hildarson Hoydal

Tríggir dystir verða leiktir í Betrideildini hjá monnum seinnapartin í dag.

FM1 sigur frá tveimum av hesum trimum dystunum.

Klokkan 15 sigur Sjúrður Hildarson Hoydal frá dystinum millum EB/Streym og AB við Margáir í Streymnesi. Klokkan 16 sigur Tróndur Arge frá grannauppgerðini millum ÍF og Víking í Fløtugerði í Fuglafirði.

Fylgt verður við gongdini í dystinum millum TB og Skála. Prátað verður við umboð fyri øll seks liðini.

Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo. 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum dystunum. Samanumtøkur og greiningar verða eisini at síggja á in.fo.

HER  ber til at lurta eftir FM1.