FM1: EB/Streymur-07 Vestur klokkan 18 og Ukraina-Føroyar (studiofrásøgn) klokkan 19

Nógv beinleiðis frásøgn frá ítrótti á FM1 í kvøld

Tað verður nógvur beinleiðis ítróttur á FM1 í kvøld.

 

Klokkan 18 byrjar beinleiðis frásøgn av útsetta dystinum í Betrideildini millum EB/Streym og 07 Vestur í Betrideildini.

 

Bæði liðini hava nógv at spæla fyri. 

 

EB/Streymur er nummar fimm við 35 stigum, trimum stigum færri enn B36, ið í løtuni er á fjórða plássinum sum gevur atgongd til Europa Conference League undankappingina komandi summar.

 

07 Vestur er triðaftast við 24 stigum, trý stig frammanfyri NSÍ sum er næstaftast við 21 stigum. Tí fara bæði liðini hart eftir sigrinum við Margáir í kvøld.

 

Millum klokkan 19 og 19.45 verur lutvíst eisini studiofrásøgn frá EM-undankappingardystinum í manshondbólti millum Ukraina og Føroyar. Sagt verður frá øllum seinna hálvleiki, ið byrjar tá dysturin við Margáir er liðugur. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo