##med2##
Tróndur Arge hevði tveir litríkar og væl orðaðar gestir í Fótbóltspanelinum hjá FM1, ið var sent beinleiðis úr Víkinga-húsinum í dag.
Hans Jørgen Djurhuus var tann meira bersøgni gesturin, meðan Rúni Klein Joensen var tann meira hóvligt orðaði gesturin.
Teir vóru ikki samdir um hvar teir vænta tey 10 ymisku liðini í Betrideildini fara at enda tá kappingin endar. Teir eru eisini ósamdir um hvørji krøv ein kann stilla til KÍ, men teir báðir vóru samdir um eitt: Víkingur fer at vinna á HB við einum máli í kvøld.