##med2##
Ígjár fylti Ítróttarfelag Fuglafjarðar, ÍF 75 ár. ÍF varð stovnað 25. mars í 1946.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna, ið var við formannin í ÍF, Georges Rouah á FM1 seinnapartin í dag.
Í samrøðuni staðfesti Georges Rouah, at tað stendur væl í ÍF bæði ítróttarliga, fíggjarliga og trivnaðarliga.
Bøttu umstøðurnar við nýggjum flottum felagshúsi hava eisini ført felagið langt fram á leið.
Tilgongdin í ÍF er eisini góð, og spennandi yngri leikarar eru á veg.
Í samrøðuni kom Georges Rouah eisini inn á tiltakið ÍF hevur í morgin í samband við 75 ára dagin.
HER SÆST SKRÁIN FYRI TILTØKINI Í MORGIN:
##med3##