FM undankapping í Talvi fyri ung

Fyrra FM undankappingin í talvi fyri ung var í Miðvági leygardagin

talv

Luttøkan var hampuliga góð; 48 børn og ung luttóku. FM kappingin er skipað tveimum undankappingum, har 8 tey bestu í hvørjum aldursbólki vinna sær rætt til finaluna. Í finaluni er ikki bert FM heitið uppá spæl. Føroyameistarin og nr. 2 í hvørjum bólki luttaka í Norðurlandameistaraheitinum sum verður í Noregi í februar mánað 2005.

Úrslitið í kappingin í Miðvági gjørdist:

Bólkur E: Telvarar 10 ár og yngri:
Stig
1Høgni E. Nielsen, Sandavágs talvfelag 8
2Janus E. Nielsen, Sandavágs talvfelag6
3Jógvan Emil Joensen, Vestmanna talvfelag6
4Jóhann Vørmadal5
5Bárðu J Stórá5
6Hørður Johansen5
7Sølvi Egilsson5
8Rúni Jacobsen4

Samanlagt luttóku 12 telvarar í hesum bólkinum. Tann bert 7 ára gamli Høgni E. Nielsen úr Sandavági vann kappingina við fullum stigatali. Rættiliga spennandi ungur telvari sum eisini gjørdi um seg í kappingini fyri ári síðani.

Bólkur D: 11-12 ár:
1Hjalti Toftum Jógvansson, Havnar Telvingarfelag5
2Rógvi E. Nielsen, Sandavágs talvfelag4,5
3Rúni Vørmadal, Vestmanna talvfelag3,5
4Heiðrikkur Jacobsen3
5Olaf R. Samuelsen3
6Poli Bernhardsson2
7Janus Gudmundsen0

Burtursæð frá at tapa talvið ímóti Rúna, vann Hjalti øll talvini í kappingini. Rógvi, sum gjørdist føroyameistari í bólkinum í fjør, endaði á øðrum plássi, bert hálvt stig eftir Hjalta. Hesir báðir luttóku í NM kappingini í Svøríki seinast. Olaf og Rúni luttóku somuleiðis í NM seinast og eru ryktir upp frá yngra bólkinum. Telvararnir eru sera javntsterkir og dagsformurin verður avgerandi fyri hvør fer við sigrinum tá avtornar.

Bólkur C: 13-14 ár:
1Helgi Dam Ziska, Havnar Telvingarfelag8
2Margar Berg, Havnar Telvingarfelag6,5
3Rógvi Dragaberg, Klaksvíkar talvfelag6
4Jaspur Enghamar5
5Herborg Hansen5
6Bogi Hansen5
7Gudmund Niclasen5
8Jón Olsen5

Heili 25 telvarar meldaðu luttøku í hesum bólkinum, og ikki óvæntað vann Helgi kappingina við fullum stigatali. Helgi hevur í seinastuni gjørt eitt rættiligt skarvslop í styrki. Umframt at vera unglingaføroyameistari vann hann eisini í vár FM í snar og nú liðkappingin er byrjað telvar hann í fyrstu deild. Margar megnaði hesaferð at leggja verandi Føroyameistaran Rógva Dragaberg afturum seg, men kappingin verður óivað sera hørð og jøvn um annað NM plássið ? bert hálvt stig er á muni ímillum nr. 2 og 8. Seinasta NM luttóku Rógvi og Helgi.

Bólkur B: 15-16 ár:
1Rógvi Mortensen, Havnar Telvingarfelag5
2Jón Gregersen, Sandavágs Talvfelag5
3Ingi W. Joensen, Miðvágs Talvfelag2
4Andrass Mikkelsen0

Umdystur skuldi til ímillum Rógva og Jón til tess at finna vinnaran í bólkinum. Báðir luttóku í NM seinast og ábendingar eru um, at hesir báðir eru ávegis at endurtaka bragdið ? tó var luttøkan minni enn væntað og aðrir telvarar kunnu gera seg galdandi í seinnu úttøkukappingini og í finaluni.

Bólkur A: Aldursbólkur 17-19 ár:
Undankappingar verða ikki telvdar í hesum bólkinum. Eins og í fjør verður bert finala telvað. Olaf Berg má metast sum favorittur at vinna bólkin, meðan kappingin um annað NM plássið helst fer at verða ímillum Rana Baldursson og Sjúrð Thorsteinsson.
Onnur úttøkukappingin verður á Oyrarbakka 20. november og finalan 27. november í Argja Skúla ? sí annars á www.faroechess.com.